Corona rakar eisini ferðavinnuna í Føroyum

bannari
Corona rakar eisini ferðavinnuna í Føroyum
Tríggir kinesiskir bólkar, sum ætlaðu sær til Føroya, hava avlýst ferðina í ár
 
19.02.2020 - 10:23

Ræðslan fyri coronavirusi og átøk, sum myndugleikar í fleiri londum hava sett í verk fyri at steðga smittuni, raka nú eisini føroysku ferðavinnuna. Tað skrivar vp.fo.

Ferðaskrivstovan, GreenGate Incoming, sigur við vp.fo., at hjá teimum hava tríggir kinesiskir bólkar avlýst ætlaðu ferðina til Føroya í ár.

Ein fjórði bólkur bíðar fyribils í teirri vón, at alt hasar av. Og hjá ferðaskrivstovuni, 62N Incoming, er søgan nakað tað sama.

Gistingarhúsini eisini rakt

Í gjár fingu tey teldupost frá einum asiatiskum umboði, sum avlýsti ferðina hjá tveimum bólkum, men ein annar bólkur hevur samstundis váttað, at tey setast ikki aftur orsakað av corona-smittuni.

Tað rakar eisini gistingarhúsini, at bólkar avlýsa túrin til Føroya. Jóhanna Rasmussen, sølustjóri hjá Gist&Vist sigur við vp.fo, at har hava einir fimm bólkar avlýst í summar.

Jóhanna Rasmussen leggur afturat, at bólkar úr Asia ofta ikki eru so stórir, og tí er missurin eisini avmarkaður av teirri orsøk, skrivar vp.fo.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 7. oktober
Heilsuhornið
214419
Mikudag 7. oktober
Morgunlestur
214424
Týsdag 6. oktober
Maðurin umborð
214371
Týsdag 6. oktober
Vitan
214348
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391
Týsdag 6. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
214342