Landsbankin: Útlánsvøksturin er minkaður

Landsbankin: Útlánsvøksturin er minkaður
Útlánini vóru 15,6 milliardir krónur 31.desember í fjør. Húsarhaldini áttu 8,8 milliardir
Húsarhaldini skylda donskum realkredittstovnum 2,9 mia. kr. 
 
20.02.2020 - 09:41

Føroyingar læna færri pengar nú.

Landsbankin sigur, at útlánsvøksturin minkaði í 2019.

Útlánsvøksturin hjá føroyskum peningastovnum var seks prosent við ársenda 2018. Hann er vaksin hvørt ár síðani 2014.

Men hann var null prosent 31.desember í fjør. Útlánini vóru 15,6 milliardir krónur 31.desember í fjør. Húsarhaldini áttu 8,8 milliardir.

Undir felagsheitinum húsarhald eru løntakarar, pensjónistar, sjálvstøðugt vinnurekandi, non-profit felagsskapir so sum fótbóltsfeløg og fimleikafeløg.

Realkredittstovnar læna nógv

Hóast vøkstur ikki er í útlánunum hjá føroysku peningastovnunum til húsarhaldini í Føroyum, læna danskir realkredittstovnar nógv til Føroya.

Vøksturin í útlánum frá donskum realkredittstovnum til føroysk húsarhald var beint undir 15 prosentum við ársenda 2019.

Landsbankin heldur, at lága rentan er orsøkin til tað. 

Húsarhaldini skylda donskum realkredittstovnum 2,9 mia. kr. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 14. oktober
Eitt korter við klassiskum
214756
Mikudag 14. oktober
Mono (1:4)
214735
Týsdag 13. oktober
Breddin: Dýrir bensin- og oljudropar
214693
Týsdag 13. oktober
Hvussu kemur málið undan?
214689
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595