Ung í arbeiði varandi skipan í Klaksvík

Ung í arbeiði varandi skipan í Klaksvík
Durita Samuelsen er sett í starv at samskipa Ung í arbeiði
Durita Samuelsen samskipar Ung í arbeiði í Klaksvík
 
20.02.2020 - 10:04

Ung í arbeiði í Klaksvíkar kommunu er nú ikki ein roynd longur, men varandi skipan.

Seinastu tvey árini hevur Klaksvíkar kommuna royndarkoyrt eina skipan, har endamálið var at geva ungum møguleika at arbeiða á kommunalum og privatum arbeiðsplássum alt árið. 

Fyrr var skipanin Ung í arbeiði, at tey ungu kundu arbeiða hjá kommununi í tvær vikur í summarfrítíðini.

Durita Samuelsen, sum hevur gjørt skipanina, er nú sett í starv at samskipa Ung í arbeiði.

Trivnaðardeildin hjá Klaksvíkar kommunu varðar av verkætlanini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 17. november
Vitan
216375
Týsdag 17. november
Vitan
216297
Mánadag 16. november
Norðurljóð 16.november 2026
215027
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 17. november
Veðrið
216565
Týsdag 17. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
216520
Mánadag 16. november
Veðrið
216486
Mánadag 16. november
Bygdarliv 4 – Eiði
216470
Sunnudag 15. november
Møti hjá Brøðrasamkomuni.
216442