Uppkolað ljósakrúna

28.02.2020 - 18:06
ListSniðgeving
Uppkolað ljósakrúna
Heini Weihe greiðir frá um stóru ljósakrúnuna í Skeiva Pakkhúsi, sum hann hevur sniðgivið
Ljósakrúnan hongur mitt í hølunum í Skeiva Pakkhúsi
Mynd: Leivur Thomsen  

Tá ið Skeiva Pakkhús skuldi byggjast um til matstovu, vórðu boð send eftir Heina Weihe at sniðgeva.

Saman við Mayfinni Norðoy fór hann í gongd við hetta heldur umfatandi arbeiðið at innrætta og sniðgeva gomlu kolagoymsluna til bæði matstovu og barr. Stóru ljósakrúnuna, sum hongur mitt í hølunum í Skeiva Pakkhúsi, hevur Heini sjálvur sniðgivið.

Hetta er eitt hugskot, hann sjálvur kom við, tí hann metti, at brúk var fyri kontrasti, t.v.s. onkrum, sum breyt frá eitt sindur penu heildini. Ljósakrúnan skal ímynda eitt gløðandi petti av kol, sum brestur.

Heini Weihe var gestur í vikuskiftissendingini 28. februar.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 1. mai
Skratsj 1. mai 2024
174472
Mikudag 1. mai
Flaggdagshald 2024
174454
Mikudag 1. mai
Morgunlestur mikudagur 1. mai 2024
174291
Mikudag 1. mai
LEITISSTEIN 30.04.2024 (Hamradun)
174433
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444
Týsdag 30. apríl
Mett fyri minni (1:3) - teknmálstulkað
174432
Týsdag 30. apríl
70 metra dýpi - teknmálstulkað
174431
Týsdag 30. apríl
Veðrið
174418