Grønland fyrireikar handilsavtalu við Bretland

Grønland fyrireikar handilsavtalu við Bretland
Grønland vónar at fáa somu avtalu við Bretland, sum Grønland hevur havt við ES
Grønlendskir politikarar eru farnir at fyrireika handilsavtalu við Bretland, sum er farið úr ES
 
04.03.2020 - 14:22

Grønland ætlar at hava eitt uppskot um handilsavtalu við Bretland klárt í vár. Tað sigur grønlendski umboðsmaðurin í Brússel, Mininnguaq Kleist, við KNR.

- Bretland er ein av størstu marknaðunum í ES fyri grønlendskar fiskavørur, og tí hevur ein handilsavtala stóran týdning, sigur hann.

Bretland fór úr ES seinast í januar, men tær avtalur, sum vóru galdandi, vera galdandi alt hetta árið, og tí vera ongar broytingar alt fyri eitt, sigur hann.

Framtíðin verður eitt sindur øðrvísi, og tí er neyðugt hjá Grønlandi at gera eina avtalu við Bretland sum skjótast.

Gera uppskot

Grønlendsk embætisfólk skulu fyrst gera eitt uppskot um eina handilsavtalu at leggja fyri bretsku myndugleikarnar, og so kemur politiska arbeiðið at fáa avtaluna góðkenda, sigur Mininnguaq Kleist.

Tað eru serliga rækjur og toskur, sum bretar keypa úr Grønlandi. Hóast eingi neyv tøl eru fyri útflutningin, so verður mett, at talan er um útflutning fyri 600 til 700 milliónir kr til bretska marknaðin um árið, sigur umboðsmaðurin.

Grønland miðar eftir at fáa eina líknandi avtalu, sum landið hevði við ES, tá Bretland var limur har. Men spurnignurin er, um talan kann verða um at leggja toll á grønlendskar vørur, og tað verður ikki greitt, fyrr enn ES og Bretland hava gjørt eina handilsavtalu.

- Sum er hava bretar lagt ætlanir um at leggja toll á grønlendskar vørur, sigur grønlendski umboðsmaðurin í Brússel við KNR.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 20. mars
Vikuskiftið 20 mars 2026
205970
Fríggjadag 20. mars
LEITISSTEIN 20.03.2026
205964
Fríggjadag 20. mars
Fyrsta val 20. marts 2026
205948
Fríggjadag 20. mars
Andgletturin
205939
Fríggjadag 20. mars
Beinleiðis úr Studio 5 - Blues Perlan
205936
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 20. mars
KAKUMiKS 2 (1:7)
205963
Fríggjadag 20. mars
Javnaðarflokkurin í heita stólinum (7:7)
205949
Fríggjadag 20. mars
Andgletturin - Sjálvstýri
205951
Fríggjadag 20. mars
Dagur & vika - teknmálstulkað
205918