Sjey fólk verða avbyrgd á Hotel Vágum

bannari
Sjey fólk verða avbyrgd á Hotel Vágum
Bara tey, sum ikki fáa verið avbyrgd heima, verða flutt á hotellið
Sjey fólk fara á Hotel Vágar at verða avbyrgd
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
05.03.2020 - 11:57

Nøkur teirra, sum landslæknin avbyrgir, nú coronavirus er staðfest í Føroyum, skulu vera á Hotel Vágum.

Bara tey, sum ikki fáa verið avbyrgd heima, verða flutt á hotel Vágar. Talan er um sjey fólk í hesum umfarinum.

Lars Fodgaard Møller, landslækni, sigur, at eingin vandi er fyri smittuvanda á hotellinum, tí fólkini skulu vera inni í sínum kamari dag og nátt.

Maturin hjá teimum verður settur uttan fyri kamarshurðina.  Tey, sum skulu vera avbyrgd á Hotel Vágum, fara hagar klokkan eitt í dag. Á Hotel Vágum eru 25 kømur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985
Týsdag 18. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211970
Mánadag 17. august
Veðrið
211923