Næmingar á Glasi koma heim í ótíð

bannari
Næmingar á Glasi koma heim í ótíð
Rektarin hevur givið næmingunum, sum eru á námsferð í Lissabon, boð um at koma heim, tí Portugal er vandaøki í sambandi við corona
Næmingarnir, sum eru á námsferð, hava fingið boð um at koma heim í ótíð
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
10.03.2020 - 15:27

Miðnámsnæmingar á Glasi, sum eru á námsferð í Lissabon í løtuni, hava í dag fingið boð frá rekataranum á Glasi, um at koma heim í ótíð.

Steinbjørn Hardlei, rektari, skrivar í boðum til næmingarnar, at av tí at Danmark frá midnátt ikki loyvir flogførum úr reyðum vandaøkjum at seta seg, verður óvissan eisini størri hjá teimum, sum eru á námsferð í Lissabon. 

Portugal er í løtuni lýst sum gult øki, har serligt varsemi skal vísast. Henda lýsing kom, eftir at næmingarnir fóru úr Føroyum í síðstu viku. 

Eftir ætlan skuldu næmingarnir koma heim fríggjadagin, men teir skulu nú koma nú heim í morgin í staðin, skrivar rektarin á Glasi til næmingarnar, sum eru í Lissabon.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 15. oktober
RagnarRokk 15.oktober 2026
214008
Hósdag 15. oktober
Nýtt ljóð
214851
Hósdag 15. oktober
Breddin: Fólkaskúlin og tøkni
214809
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655