Vága floghavn: Corona ávirkar ikki ferðafólkatalið

bannari
Vága floghavn: Corona ávirkar ikki ferðafólkatalið
Vøksturin fyrstu tveir mánaðirnar hevur verið 10 prosent
Corona tykist ikki ávirka ferðingarhugin, tvørturímóti er ferðafólktalið vaksið 10 prosent í ár
 
10.03.2020 - 15:56

Alt rokið um corona nervar eftir øllum at døma ikki flogferðsluna, tí ferðafólkatalið veksur støðugt, hóast vøksturin er hóvligari nú.

Tað sigur Vága floghavn í tíðindaskrivi í dag.

Vøksturin teir báðar fyrstu mánaðirnar í ár er umleið 10 prosent, samanborið við teir báðar fyrstu mánaðirnar í fjør.

Regin I. Jakobsen, stjóri í Vága floghavn, er tó varin við at vera ov bjarskygdur,  tí hann væntar eisini, at coronasmittan fer at hava ávirkan á ferðafólkatalið.

Enn hevur coronasmittan ikki ávirkað Vága Floghavn, men Regin I. Jakobsen sigur,  at tey vita um tiltøk, eitt nú tónleikaframførslur, ítróttartiltøk og handilsstevnur uttanlands, sum í løtuni verða avlýst.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 7. oktober
Heilsuhornið
214419
Mikudag 7. oktober
Morgunlestur
214424
Týsdag 6. oktober
Vitan
214348
Týsdag 6. oktober
Vitan
214349
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391
Týsdag 6. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
214342