Óli Hans Olsen nýggjur stjóri á Vørn

Óli Hans Olsen nýggjur stjóri á Vørn
Nýggi stjórin hevur m.a. verið skipari á Brimli og Tjaldrinum í 11 ár
 
12.03.2020 - 08:20

Óli Hans Olsen er settur sum nýggjur stjóri á Vørn, eftir Elmar Højgaard, sum fer frá fyri aldur.

Tað hevur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður gjørt av.

Óli Hans Olsen er 48 ára gamal. Hann hevur útbúgving sum skipsførari og hevur eitt nú verið skipari á Brimli og Tjaldrinum 11 tey seinastu árini.

Frammanundan var hann yvirstýrimaður/stýrimaður hjá Vørn í seks ár. Hann hevur eisini siglt hjá DFDS og verið stýrimaður og dekkari á fiskiskipi í fleiri ár.

Á síni yrkisleið hevur Óli Hans Olsen ognað sær viðkomandi leiðsluroyndir og serstakt innlit í virkisøkið hjá Vørn í tilbúgving, fiskiveiðieftirliti, skiparakstri og fyrisiting.

Óli Hans Olsen byrjar í starvinum sum stjóri á Vørn eftir nærri avtalu við arbeiðsgevaran, sigur Fiskimálaráðið

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952