Sera fá børn í skúla

bannari
Sera fá børn í skúla
Hóast skularnir ikki stongja formliga fyrr enn mánadagin, vóru tað fáir næmingar, ið møttu í skúla fríggjadagin
13.03.2020 - 19:58

Vágaportalurin hevur gjørt eina uppgerð, sum vísir, at í størsta skúlanum í landinum, Skúlanum á Fløtum, møttu 13 av 750 næmingum í skúla í fríggjadagin.

Í Klaksvík møtti ongin næmingur, men í Vestmanna møtti ein fjóðringur av teimum umleið 200 næmingunum.

Tað er eitt sindur ymiskt, hvussu boðini frá Mentamálaráðnum verða sett í verk.

Jenis av Rana, landsstýrismaður segði í boðunum til fólkaskúlarnar hósdagin, at teir skjótast gjørligt og í seinasta lagi mánadagin, skulu biðja næmingarnar halda seg heima.

Vágaportalurin hevur verið í sambandi við skúlarnar, har lærararnir enn eru til arbeiðis.

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 15. november
Bolero - Niels V. Gade
216433
Sunnudag 15. november
Guðstænasta í Haldarsvíkar kirkju
216428
Sunnudag 15. november
Filosofiskur 8.partur
216351
Leygardag 14. november
TEMAPLÁTAN 40: 'Fahrenheit', Toto, 1986
215932
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Møti
216442
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Sunnudag 15. november
Talvið um Tinganes (2:2) - teknmálstulkað
216435