KAF og heilsuhjálpararnir hava gjørt semju

KAF og heilsuhjálpararnir hava gjørt semju
Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Heilsuhjálparafelag Føroya hava undirskrivað semju um nýggjan sáttmála
Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Heilsuhjálparafelag Føroya hava undirskrivað semju um nýggjan sáttmála
Mynd: Savnsmynd  
 
14.03.2020 - 14:12

Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Heilsuhjálparafelag Føroya hava í dag skrivað undir semju um nýggjan sáttmála.

Nýggi sáttmálin er ein tvey ára sáttmáli og er galdandi afturvirkandi frá 1. oktober 2019.

Fyrra árið fáa limirnir 750 kr. oman á lønina, og seinna árið hækka lønirnar við 2,25%.

Harumframt eru eisini aðrar ásetingar komnar við í semjuna, har ímillum nýtt endastig til heilsuhjálparar, vaktargjald fyri brotnar vaktir, hægri praktikvegleiðaraviðbót og at øll tímalønt nú hava rætt til eftirløn frá arbeiðsgevaranum.

Partarnir hava eisini gjørt avtalu um at gera eina kanning av setanarviðurskiftunum hjá heilsu- og heimahjálparum, m.a. at kanna um grundarlag er fyri, at heilsu- og heimahjálparar kunnu verða settir í starv við hægri setanarbrøki/fullum setanarbrøki.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 16. juli
RagnarRokk 16.juli
209729
Hósdag 16. juli
HM-tíðindi 16. juli 2026
211017
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 15. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210956
Týsdag 14. juli
Veðrið
210936
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815