Fólk sleppa ikki at leggja heilivág inn undir seg

bannari
Fólk sleppa ikki at leggja heilivág inn undir seg
Apoteksverkið í Føroyum hevur nú sett tiltøk í verk, so heilivágsgoymslurnar ikki verða tómar og heilivágurin uppi
 
15.03.2020 - 11:41

Hetta verður gjørt til tess at forða fyri, at goymslurnar hjá apotekinum verða tómar, so fólk ikki koma í ta støðu, at tey ikki fáa sín heilivág.

Vit hava nokk av heilivági til øll, og eingin kemur at mangla sín heilivág í hesum døgum. Tað sigur Hjalti Gunnarstein, landsapotekari, við útvarpið.

Fáa bara til vanliga nýtslu

Viðskiftafólk hjá teimum fimm apotekunum í landinum sleppa tí bara í løtuni at keypa ta nøgdina av heilivági, sum svarar til vanligu nýtsluna hjá fólki.

Um fólk fara at hamstra, verður heilivágurin uppi, goymslurnar verða tómar, og so kunnu vit koma í ta støðu, at tað verða fólk, ið ikki fáa sín heilivág, sigur Hjalti Gunnarstein.

Apoteksverkið í Føroyum fær heilivágin frá einum veitara í Danmark, og føroysku apotekini hava fingið trygd frá veitarunum fyri, at tey fáa allan heilivágin, tey hava bílagt.

Framleiða sprittið sjálvi

Hondsprittið, sum apotekini í Føroyum selja, verður framleitt í Havn, og har verður í løtuni arbeitt við at framleiða meira, so eftirspurningurin kann nøktast.

Tað kann kortini fara at verða trupult, at fáa hendur á fleiri plastfløskum, sum hondsprittið hjá apotekunum í Føroyum verður selt í.

Eysturoyar og Norðoya apotek heita tí nú á viðskiftafólk um, at goyma fløskurnar, so fyllast kann á tær aftur, um ein skipan við áfylling verður sett í verk.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 2. mars
Morgunlestur mánadagur 2.mars 2026
204715
Sunnudag 1. mars
Bolero 01 mars 2026
204993
Sunnudag 1. mars
Ættirnar syngja og suða
204992
Sunnudag 1. mars
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
204983
Leygardag 28. februar
TEMAPLÁTAN: 'Centerfield', John Fogerty, 1985
204756
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 1. mars
Andakt við Anton í Liljudali
204987
Sunnudag 1. mars
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
204623
Sunnudag 1. mars
Estetiskur fimleikur, 2. steypakapping
204977
Leygardag 28. februar
Anna Maria 1807 - teknmálstulkað
204955
Fríggjadag 27. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
204954