Fyrsti corona-tilburður í Grønlandi

bannari
Fyrsti corona-tilburður í Grønlandi
Viðkomandi hevur verið í vandaøki, og er í sóttarhaldi
 
16.03.2020 - 14:20

Coronasmittan er nú eisini staðfest í Grønlandi. Tað hevur Kim Kielsen, landsstýrisformaður, upplýst á tíðindafundi í dag, skrvar KNR.

Tað var væntandi. Smittaði persónurin hevur verið í vandaøki, og hevur verið í sóttarhaldi, síðani viðkomandi kom til Grønlands, upplýsir Henrik L. Hansen, landslækni í Grønlandi, sambært KNR.

Smittaði persónurin býr í Nuuk. Húskið hjá viðkomandi var frammanundan í sóttarhaldi, og tey verða verandi í sóttarhaldi næstu 14 dagarnar.

25 fólk kannað

Umleið 25 fólk eru kannað fyri coronasmittu, og úrslitið av kanningini verður væntandi greitt í morgin. Fleiri verða kannað fyri corona.

9. mars vóru trý fólk, sum komu úr Danmark til Grønlands við flogfari, kannað, tí illgruni var um, at tey vóru smittað. Men royndirnar vistu, at tey vóru ikki smittað. 

11. mars vóru trý fólk aftrat kannað fyri corona í Grønlandi, men tey vóru heldur ikki smittað.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 22. september
Vitan
213630
Mánadag 21. september
Oyn dyst í senn
213583
Mánadag 21. september
Eitt annað lív
213582
Mánadag 21. september
Poppverturin 17
208471
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602
Mánadag 21. september
Veðrið
213585
Sunnudag 20. september
Andakt
213532