Russland: Grundlógin broytt í skundi

Russland: Grundlógin broytt í skundi
Alt bendir á, at Vladimir Putin kann stilla uppaftur til forsetavalið í 2024
Tey fýra valskeiðini, Putin hevur verið forseti í Russlandi, skulu ikki telja við longur. Tí kann hann stilla uppaftur
 
17.03.2020 - 09:58

Russland hevur tikið eitt stig aftrat, sum ber í sær, at Valdimir Putin kann stilla uppaftur til forsetavalið í 2024.

Í gjár góðkendi russiski grundlógardómstólurin, at tey fýra valskeiðini, hann hevur verið forseti, skulu ikki telja við longur, og tí verður byrjað av nýggjum.

Mótstøðufólk hjá Putin siga, at hetta er einki annað enn statskvett. Viðhaldsfólk siga hinvegin, at avgerðin ger støðuna í Russlandi tryggari.

Avgreitt í skundi

Grundlógarbroytingin er framd í stórum skundi.

Mikudagin atkvøddi yvirhúsið í russiska tinginum fyri broytingini, leygardagin skrivaði Putin undir uppskotið, og í gjár varð lógin góðkend í grundlógardómstólinum.

Nú er bara eftir at spyrja fólkið. Eftir ætlan verður fólkaatkvøða 22. apríl.

Sleppa ikki at mótmæla

Andstøðan hevur biðið um loyvi at skipa fyri mótmælistiltøkum móti grundlógarbroytingini, men myndugleikarnir sýta fyri hesum. Teir vísa til trygdartiltøkini, sum eru sett í verk í sambandi við coronasmittuna.

Borgarstjórin í Moskva hevur sett forboð fyri, at meira enn 50 fólk kunnu savnast í senn. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 okt 2026
214959
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961