Corona í Ísrael: Elta smittað á fartelefonini

bannari
Corona í Ísrael: Elta smittað á fartelefonini
Ísraelskir myndugleikar fáar víðfevndar heimildir, sum bara verða brúktar í stríðnum móti yvirgangi
Benjamin Netanyahu, forsætisráðharri í Ísrael, hevur givið myndugleikunum víðar heimildir at finna coronasmittað fólk
 
17.03.2020 - 13:57

Ísraelska stjórnin hevur góðtikið, at myndugleikarnir kunnu elta slóðir eftir fartelefonir hjá fólki, sum annaðhvørt eru smittað av coronavirusi, ella eru undir illgruna fyri at verða smittað.

Hetta er ein háttur, sum Ísrael fyrst og fremst brúkar í stríðnum móti yvirgangi, skrivar The Guardian.

Allir ráðharrarnir í stjórnini tóku undir við uppskotinum hjá Benjamin Netanyahu, forsætisráðharra.

Netanyahu sigur, at fyribilslógin hevur til endamáls at tryggja, at myndugleikarnir kunnu geva fólki boð, sum eru smittað, og seta tey í sóttarhald.

Ísrelski forsætisráðharrin segði í einari sjónvarpaðari røðu til tjóðina, at lógin verður í gildi í 30 dagar.

- Ísrael er eitt fólkaræði, og vit skulu halda javnvágina millum borgararættindi og tað, samfelagið hevur brúkt fyri. Hesi amboðini fara at hjálpa okkum at finna tey sjúkau, og forða virusinum at breiða seg, segði hann.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Leygardag 31. oktober
Upp á tá - 301026
215695
Fríggjadag 30. oktober
Vikuskiftið 30 okt 2026
215686
Fríggjadag 30. oktober
LEITISSTEIN 30.10.2026 (Eva Berghamar úr Kayak)
215666
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688
Fríggjadag 30. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215687
Fríggjadag 30. oktober
Møti úr Nerija á Skála - teknmálstulkað
215672