Herd tiltøk í Danmark

bannari
Herd tiltøk í Danmark
Í mesta lagi 10 fólk kunnu nú savnast bæði innandura og uttandura í Danmark. Tað gjørdi forsætisráðharrin greitt á tíðindafundi
17.03.2020 - 19:41

88 fólk í Danmark eru innløgd við korona-smittuni, harav 18 fólk eru á intensivari deild. 

Hendan støðan hevur fingið donsku stjórnina at herða tiltøkini fyri at avmarka smittuvandan.

Tí sleppa ikki fleiri enn 10 fólk at savnast í Danmark, hvørki innandura ella uttandura. Og at kalla alt, sum er opið, verður nú stongt, segði Mette Frederiksen.

Onga heimild í Føroyum

Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, sigur, at enn hava føroysku myndugleikarnir onga lógarheimild til at geva slík boð. 

Men løgmaður væntar, at tann heimildin fer at koma ein av næstu døgunum.
 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 3. november
Veðrið
215860
Týsdag 3. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215820
Mánadag 2. november
Veðrið
215775