Hjálparpakkin samtyktur

bannari
18.03.2020 - 18:34
Innlendis
Hjálparpakkin samtyktur
Eitt skert løgting samtykti korona-hjálparpakkan við 19 atkvøðum fyri og ongari ímóti ella blankari
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  

Frammanundan var einki ivamál um, at hjálparpakkin bleiv samtyktur, tí allir flokkar á tingi vóru kunnaðir um uppskotið og høvdu tikið undir við tí.

Og løgtingsformaðurin brúkti eisini høvi at takka flokkunum í samgonguni og andstøðuni fyri, at tað bar til at avgreiða málið so skjótt.

Skert ting

Eins og restina av samfelagnum var tingfundurin í dag merktur av avmarkingum í samband við korona.

Tingið var skert, so einans 19 tingfólk møttu í dag, og tey sum vóru møtt, tóku tørn at atkvøða í tingsalinum.

Hetta fyri, at tað ikki skuldu vera ov nógv fólk inni í salinum samstundis.

Trý uppskot í einum

Hjálparpakkin er skrúvaður saman av trimum lógaruppskotum, hvørs endamál eru at veita ískoyti til niðursetta arbeiðstíð, endurrindan av løn undir sjúku, tiltøk at bøta um likviditetin hjá fyritøkum og garantiskipan fyri rakstrarfígging til fyritøkur.

Harumframt samtykti løgtingið at bíða við at viðgera játtanarkarmarnar til seinni í ár.

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 15. november
Filosofiskur 8.partur
216351
Leygardag 14. november
TEMAPLÁTAN 40: 'Fahrenheit', Toto, 1986
215932
Leygardag 14. november
Jambalaja - 141126
216417
Leygardag 14. november
Upp á tá - 131126
216412
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Fríggjadag 13. november
Veðrið
216392
Fríggjadag 13. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216364
Hósdag 12. november
Veðrið
216328