Játtanarkarmarnir bíða til í heyst

Játtanarkarmarnir bíða til í heyst
Verða lagdir fram saman við fíggjarlógaruppskotinum fyri 2021
Av tí at støðan er so serlig, koma eingir játtanarkarmar úr Fíggjarmálaráðnum nú, men í heyst í staðin
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
18.03.2020 - 21:36

Einki uppskot um játtananarkarmar kemur fyri 1.apríl, sum annars er ásett í lógini um landsins játtanarskipan.

Tí júst tann ásetingin er sett úr gildi í ár. Tað hevur løgtingið samtykt.

Orsøkin er korona-smittan. 

Grundarlag er ikki fyri at leggja fyri løgtingið játtanarkarmar, sum eru veruleikakendir, sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, sum annars skuldi leggja fram uppskotið um játtanarkarmar fyri 1.april.

Játtanarkarmarnir eru fyri árini 2021-2025.

Jørgen Niclasen hevur sagt, at uppskotið um játtanarkarmar kemur saman við uppskotinum um fíggjarlóg fyri 2021.

Tað uppskotið skal leggjast fram í seinasta lagi 30.september. 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659