Kommunur ójavnar á máli um ansingargjald

bannari
Kommunur ójavnar á máli um ansingargjald
Summar kommunur rinda gjaldið aftur, men aðrar halda, at Kommunufelagið eigur at koma upp í málið
 
19.03.2020 - 13:07

Kommunurnar eru ójavnar á máli um, hvussu verður við barnaansingargjaldinum, nú bara fá børn verða ansað á dagstovnunum kring landið. 

- Eingin veit, hvussu leingi hendan støðan fer at vara, men vit hava avgjørt, at tey, sum ikki fáa børn ansað í løtuni, fáa gjaldið afturgoldið. 

Tað sigur Heðin Zachariassen, borgarstjóri í Sunda kommunu.

Endurgjald

Og hann fær stuðul frá borgarstjórunum í Runavíkar kommunu og Klaksvíkar kommunu. Teir siga báðir, at hóast málið ikki er viðgjørt politiskt, so vænta teir, at borgarar fáa okkurt slag av endurgjaldi, um teir ikki brúka barnaansingartilboðið hjá kommununum. 

Í Eysturkommunu kunnu borgarar eisini vænta at sleppa eitt sindur bíligari.

- Stovnarnir eru stongdir í tvær vikur, so vit taka sjálvandi ikki gjald fyri nakað, ið fólk ikki brúka, sigur Johan Christiansen, borgarstjóri, í samband við, at kommunan hevur minkað ansingargjaldið niður í helvt. 

Øðrvísi í Havn og i Vágum

Men í Tórshavnar kommunu og Vága kommunu er støðan ein onnur. 

Annika Olsen og Eyðdis Hartmann Niclasen, borgarstjórar, siga, at tey ikki hava tikið nakra støðu til spurningin, tí hetta er eitt mál fyri Kommunufelagið at taka støðu til.  

- Vit hava tørv á eini felags loysn, so at kommunurnar ikki verða settar upp móti hvørjari aðrari, sigur Annika Olsen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu. 

Dennis Holm, formaður í Kommunufelagnum, sigur, at størsta avbjóðingin hjá kommununum í løtuni er eldraøkið, nú koronasmittan herjar.

Hann sigur, at spurningurin um barnaansingargjaldið kann viðgerast,  tá koronakreppan er hasað av.

 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
Norðurljóð 26.oktober 2026
214433
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329