Útgongubann í Ný Sælandi frá mikudegnum

bannari
Útgongubann í Ný Sælandi frá mikudegnum
Fólk í landinum skulu vera við hús, og skúlar og lærdir háskúlar lata aftur. Bara handlar, ið selja neyðsynjarvørur, verða opnir
 
23.03.2020 - 14:46

Mikudagin verður forboð sett fyri at ganga úti í Ný Sælandi. Tað upplýsir Jacinda Ardern, forsætisráðharri í landinum,

Forboðið hevur við sær, at borgarar skulu vera við hús, og skúlar og lærdir háskúlar aftur. Bara handlar, sum selja neyðsynjarvørur, sleppa at hava opið.

Mugu ikki ganga saman við øðrum

Tó verður loyvt fólki í Ný Sælandi at fara út fyri at dyr at spáka, men tey skulu ganga einsamøll, og ikki saman við øðrum.

Útgongubannið í Ný Sælandi verður í gildi í fýra vikur. Ikki er loyvt at fara í biograf, venjingarmiðstøðir ella á matstovu.

102 fólk eru skrásett at hava koronasmittuna í Ný Sælandi, men eingin er deyður. Fimm milliónir fólk búgva í landinum.

Dýrt, men neyðugt

Jacinda Ardern, forsætisráðharri, stúrir fyri, at talið á smittaðum verður tvífaldað eftir fáum døgum, um tiltøk ikki verða sett í verk alt fyri eitt.

Forsætistáðharrin viðgongur, at strongu tiltøkini fara at kosta Ný Sælandi nógv búskaparliga, men tey fara at bjarga lívi, sum hon tekur til.

Ein uppgerð frá John Hopkins universitetinum vísir, at 335.000 fólk hava fingið koronasmittuna í øllum heiminum. 100.000 fólk eru vorðin frísk. Korona hevur kravt umleið 15.000 mannalív.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 28. august
Søgan um Johnny Cash 8. partur
212406
Fríggjadag 28. august
Breddin: Politiskt orðaskifti um eldraøkið
212394
Fríggjadag 28. august
RagnarRokk: Gus G um Steel Burner
212034
Hósdag 27. august
RagnarRokk 27.august 2026
211825
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290
Týsdag 25. august
Veðrið
212262
Týsdag 25. august
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212244