IMF væntar stóra fíggjarkreppu

bannari
IMF væntar stóra fíggjarkreppu
Altjóða Valutagrunnurin, IMF, væntar størri kreppu av koronavirusinum, enn tá fíggjarkreppan herjaði kring heimin fyri góðum 10 árum síðani
IMF væntar stóra fíggjarkreppu í ár av koronasmittuni enn fyri tíggju árum síðani, men at hon kemur at vara stytri
 
24.03.2020 - 08:10

Heimurin var í fíggjarkreppu fyri góðum tíggju árum síðani, og Altjóða Valutagrunnurin, IMF, væntar størri kreppu av koronavirusinum enn tá.

Tað sigur stjórin í grunninum, Kristalina Georgieva, við Reuters tíðindastovuna.

80 lond biðið um stuðul

Hon sigur, at higartil hava 80 lond biðið um stuðul úr grunninum, og tí heitir hon á framkomnu londini um at stuðla menningarlondini.

Stjórin í Altjóða Valutagrunninum, IMF, Kristalina Georgieva, leggur dent á, at IMF hevur 7.000 milliardir krónur til at hjálpa londunum við.

Sum gongdin er nú, so bendir alt á, at nógv lond verða hart rakt av koronavirusinum, og tað fer at hava við sær økt arbeiðsloysi, og at búskapargongdin fer at versna.

Rakar bert í ár

Men stjórin í IMF leggur dent á, at gongdin ikki fer at vara í fleiri ár, men bert í ár, og at heimsbúskapurin fer at koma fyri seg aftur í 2021, skrivar Ritzau.

Hon rósar heimsins londum, sum longu hava sett tiltøk í verk fyri at tryggja fyritøkur og borgarar, tí tað er einasta leið at fara sum støðan er, sigur Kristalina Georgieva, stjóri í IMF.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 9. september
Skratsj 9. sep. 2026
212998
Mikudag 9. september
Tí tú ert kvinna 1:3
212994
Mikudag 9. september
Morgunlestur mikudagur 9. september
212704
Týsdag 8. september
Vitan
212940
Týsdag 8. september
Góðan morgun Føroyar
212926
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 9. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213002
Týsdag 8. september
Veðrið
212949
Týsdag 8. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212908
Mánadag 7. september
Veðrið
212878
Sunnudag 6. september
Andakt við Jastrid á Dul Sørensen
212777