Noreg mælir frá at lata vinningsbýti

Noreg mælir frá at lata vinningsbýti
Norska fíggjareftirlitið sigur, at peningurin eigur í staðin at verða brúktur at styrkja bankar og tryggingarfeløg
Morten Baltzersen er stjóri í norska fíggjareftirlitinum
 
25.03.2020 - 15:33

Norska fíggjareftirlitið mælir til at steðga ætlanini hjá bankum og tryggingarfeløgum at rinda 30 milliardir kr. í vinningsbýti fyri í fjør.

Tað er ikki ráðiligt at rinda vinningsbýti, sum støðan er, sigur stjórin í norska fíggjareftirlitinum, Morten Baltzersen, við NTB.

Tey, sum eiga partabrøv, høvdu annars glett seg til at fáa vinningsbýti, eftir at partabrøvini eru lækkað nógv í virði seinastu tíðina. 2019 var eitt gott ár fyri tey, sum eiga partabrøv, og tí høvdu tey væntað eitt munandi vinningsbýti.

Ikki skilagott

Fíggjareftirlitið viðgongur, at tað er eitt stórt stig at taka at nokta fyritøkunum at gjalda vinningsbýti, men sum støðan er, er ikki skilagott at gera tað, sigur fíggjareftirlitið.

Støðan kann hava við sær, at tað verður torført hjá bæði bankum og tryggingarfeløgum at klára at halda treytirnar í framtíðini, og tí er skeivt at lata pengarnar sum vinningsbýti, heldur enn at styrkja virksemið á stovnunum, sigur eftirlitið.

Boðini frá fíggjareftirlitinum eru send norska fíggjarmálaráðnum í dag.

Vanliga verða aðalfundirnir hildnir í mars og í apríl, og tí heitir fíggjareftirlitið á fíggjarmálaráðið um at taka eina skjóta avgerð.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 16. oktober
RagnarRokk: Robert Richter um Cold Velvet
214017
Hósdag 15. oktober
RagnarRokk 15.oktober 2026
214008
Hósdag 15. oktober
Nýtt ljóð
214851
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655