Grønlendskur hjálparpakki fyri hálva milliard

bannari
Grønlendskur hjálparpakki fyri hálva milliard
100 milliónir kr. skulu hjálpa fiskivinnuni, flutningsvinnuni og byggivinnuni
Korona kann raka fiskivirki í Suðurgrønlandi meint
Mynd: Klassekampen  
 
26.03.2020 - 16:18

Koronavirusið hóttir fjórðahvørt virki í Suðurgrønlandi, vísir ein kanning, sum er gjørd av støðuni hjá 39 virkjum í økinum, skrivar KNR..

Tí hava grønlendsku myndugleikarnir samtykt at hjálpa til, so fyritøkurnar koma ígjøgnum kreppuna.

50 milliónir kr skulu nýtast til at hjálpa sjálvstøðugum vinnurekandi, 100 milliónir kr. skulu hjálpa fiskivinnuni, flutningsvinnuni og byggivinnuni.

107 milliónir kr. skulu nýtast til fólk. sum verða send til hús, fyri at sleppa undan at tey verða søgd úr starvi, og so hava myndugleikarnir ætlanir um at útseta skattir og avgjøld til landskassan fyri 250 milliónir kr.

Tað er Innovation South Greenland, sum hevur gjørt kanningina, og roknað verður við, at um gongdin heldur fram, so fara minst 150 fólk at missa arbeiðið í summar, og fyritøkurnar fara at missa 1,5 milliónir kr av umsetninginum.

Roknað verður við, at átøkini hjá grønlendska landsstýrinum fara at kosta um eina hálva milliard kr., skrivar KNR.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846