Bert fastbúgvandi skulu koma heim á páskum

bannari
Bert fastbúgvandi skulu koma heim á páskum
Bara tey, sum hava fastan bústað í Føroyum, og tey, sum hava bráðneyðugan tørv at sleppa til Føroya, eiga at ferðast higar á páskum
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
29.03.2020 - 09:49

Epidemikommisjónin mælir til, at bara fastbúgvandi føroyingar ferðast til Føroya á páskum. Øll, ið ferðast til Føroyar, eiga at fara í heimauppihald í 14 dagar.

Tað skrivar Epidemikommisjónin í tíðindaskrivi til miðlarnar. Epidemikommisjónin mælir øllum til eisini at virða tilmælini frá myndugleikunum á páskum.

Eiga at verða við hús í 14 dagar

Tað vil siga, at bara tey, sum hava fastan bústað í Føroyum, og tey, sum hava bráðneyðugan tørv at sleppa til Føroya, eiga at ferðast til Føroya á páskum.

Tey, sum ferðast til Føroya, eiga eisini at fara í heimauppihald í 14 dagar. Tað inniber, at tú verður heima við hús, fær ikki fólk á vitjan, og ikki fer av matriklinum. 

Fólk, sum arbeiða í Danmark, lesandi, og onnur, sum hava fastan bústað í Danmark, verða í hesum sambandi ikki roknaðir sum fastbúgvandi føroyingar. 

Vóna, at tilmælini verða vird

Epidemikommisjónin vónar, at tilmælini verða vird, og at eingin ferðast til Føroya, uttan at tað er hægst neyðugt. 

Eisini verður á páskum framhaldandi mælt til, at fólk í minst møguligan mun savnast í bólkum. Jú færri, tess betri - tó í mesta lagi 10 fólk. Mælt verður til at halda hóskandi fjarstøðu

Tað vil siga í minsta lagi tveir metrar, at vaska sær væl um hendurnar, og at avmarka kropsligt samband við onnur, sum til dømis lógvatak, klemm og kinnkoss.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 18. mai
Morgunlestur mánadagur 18.mai 2026
208377
Sunnudag 17. mai
Føroyskir sangir
208480
Sunnudag 17. mai
Bolero
208479
Sunnudag 17. mai
Guðstænasta í Argja kirkju
208477
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 18. mai
Snipp snapp 2026 - teknmálstulkað
208512
Sunnudag 17. mai
Andakt
208482
Sunnudag 17. mai
Guðstænasta við Harmonikuvinum
208481
Leygardag 16. mai
Hondbóltur: Føroyar - Bosnia
208449
Fríggjadag 15. mai
Veðrið
208424