Virðisbrøv hækka aftur í Evropa og USA

bannari
Virðisbrøv hækka aftur í Evropa og USA
Kursurin á danska virðisbrævamarknaðinum er tann hægsti síðani 13. mars
Útlitini á virðisbrævamarknaðunum eru batnað
 
30.03.2020 - 14:01

Støðan á virðisbrævamarknaðunum í Evropa og USA er batnað munandi. 

Danska virðisbræva-vísitalið, C25, er farið upp 0,9 prosent, og kursurin er nú hin hægsti síðani 13. mars. Í síðstu viku hækkaði vísitalið 4,3 prosent.

C25-vísitalið er fallið 21 prosent, síðani korona varð staðfest í Danmark miðskeiðis í februar.

Hjálparpakkar

Umleið 150.000 tilburðir av koronasmittuni eru staðfestir í USA, síðani sjúkan fór at ganga, men íleggjarar hyggja nú eisini at bjargingarpakkunum, sum miðbankar og stjórnir hava samtykt í síðstu viku, skrivar Berlingske.

Amerikanska stjórnin hevur samtykt ein hjálparpakka upp á 2.000 milliardir dollarar. 

Komið um tað ringasta

Virðisbrævaserfrøðingar hjá stórbankanum, J.P. Morgan, vænta eisini, at marknaðurin er komin um tað ringasta, og at virðisbrøv kunnu væntast at hækka í øðrum ársfjórðingi.

Hinvegin væntar Goldman Sachs fyri, at afturgongdin fer at halda fram.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 14. oktober
Dansival 14. oktober 2026
214783
Mikudag 14. oktober
Vágskálin: Bersøgin og viljasterk kvinna
213902
Mikudag 14. oktober
Mono - 2. sending - 141026
214779
Mikudag 14. oktober
1. partur: Áðrenn og aftaná
214704
Mikudag 14. oktober
Eitt korter við klassiskum
214756
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214755
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609