Koronakreppan fer illa við danska búskapinum

bannari
Koronakreppan fer illa við danska búskapinum
Danski Tjóðbankin metir, at vøksturin í búskapinum fer at liggja onkrastaðni ímillum minus trý og minus 10 prosent
 
01.04.2020 - 10:10

Tað er óvanligt, at metingin hjá Tjóðbankanum er so óviss, skrivar danska kringvarpið DR.

Óvissan er somikið stór, at Tjóðbankin hevur útsett forsøgnina um danska búskapin, sum bankin vanliga kemur við í mars. Tað er heilt enfalt tí háttirnir, sum búskaparfrøðingarnir vanliga brúka til at gera forsøgnirnar, ikki kunnu brúkast í løtuni.

Fyri einum hálvum ári síðani metti Tjóðbankin, at vøksturin í búskapinum fór at vera 1,5 prosent, skrivar dr.dk.

- Í Danmark hava vit eitt gott útgangsstøði fyri at fáa búskapin í gongd aftur, tá koronakreppan hæsar av, og tiltøkini at tálma smittuni verða strikað.

- Men tað verður hart, til vit koma hagar, og hjálparpakkarnir, sum stjórnin hevur samtykt hjálpa her og nú, sigur stjórin í Tjóðbankanum, Lars Rohde, sambært DR.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 29. september
Tí tú ert kvinna 3:3
213953
Mánadag 28. september
Tá jødarnir krógvaðu seg á kirkjuloftinum
213909
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 29. september
Veðrið
213971
Týsdag 29. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213938
Mánadag 28. september
Veðrið
213906
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809