6,6 milliónir søkja um arbeiðsloysisstuðul í USA

bannari
6,6 milliónir søkja um arbeiðsloysisstuðul í USA
Nýggj tøl frá arbeiðsmarknaðinum í USA vísa, at arbeiðsloysið heldur fram av vaksa orsakað av koronakreppuni
 
09.04.2020 - 16:21

Talið av ný-skrásettum arbeiðsleysum, sum søkja um stuðul, vaks upp í 6,6 milliónir í síðstu viku, vísa nýggj tøl frá í dag, - skírisdag.  Roknað varð annars við, at talið fór at verða um 5,25 milliónir, sambært Infront TDN Direkt.

Seinstu 10 árini er talið av nýskrásettum arbeiðsleysum annars lækkað støðugt og stútt, men nú er tað broytt.

6,6 milliónir arbeiðsleys er eitt tað hægsta, sum nakrantíð er skrásett, og seinastu ferð tað var so stórt var í 1982, tá  695.000 fólk søktu um arbeiðsloysisstuðul. Seinastu tríggjar vikurnar er samlaða talið av nýggjum arbeiðsleysum farið uppum 16 milliónir.

Amerikanska arbeiðs-málaráðið leggur hvørja viku fram dagførd tøl fyri samlaða arbeiðsloysið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 4. oktober
Møti í Filadelfia í Gøtu
214246
Sunnudag 4. oktober
Guðstænasta í Gøtu kirkju
214240
Leygardag 3. oktober
Plátupanelið #42 (1996)
214225
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Sunnudag 4. oktober
Andaktin við Jastrid á Dul Sørensen
214241
Leygardag 3. oktober
Sement 2026 (1:3)
214234
Fríggjadag 2. oktober
Pan-Arctic Vision 2026
214213
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162