Bretar gera royndir við koronukoppseting

bannari
Bretar gera royndir við koronukoppseting
Granskarar við lærda háskúlan í Oxford arbeiða við at menna eina koronu-koppseting, - og í morgin skulu fólk royna møguligu koppsetingina
 
22.04.2020 - 08:37

Tað upplýsir bretski heilsumálaráðharrin, Matt Hancock, sambært BBC í gjár. Hann sigur, at tað hevur hægstu raðfesting at finna koppseting fyri koronuvirusið, og hann fegnast um, at longu í hesu vikuni kann koppsetingin roynast í fólki.

- Men kortini er nógv eftir at gera, sigur hann.

Tað ganga vanliga fleiri ár, áðrenn royndir verða gjørdar við menniskjum, skrivar BBC.

Talan verður um 500 sjálvboðin, sum næstu vikurnar fáa koppsetingina, og gongur tað væl, verða fleiri royndarpersónar innkallaðir.

Sambært BBC, hevur bretska stjórnin játtað 42,5 milliónir pund, - tað svarar til 360 milliónir krónur, til tvær granskingarverkætlanir um at menna koppseting fyri kornuvirusið. Og onnur verkætlanin er á lærda háskúlanum í Oxford.

Hin verkætlanin er á Imperial College London's Department of Infectius Deseases, og har søkja tey eftir fólki at gera royndir við.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928