Staturin Missouri stevnir Kina

bannari
Staturin Missouri stevnir Kina
Amerikanski staturin, Missouri, heldur, at Kina er orsøkin til alheims koronufarsóttina og hevur tí stevnt kineskisku stjórnini
 
22.04.2020 - 08:40

Stevningin varð handað einum dómstóli í gjár, og sambært henni, hava kinesisku myndugleikarnir ábyrgdina av allari líðingini, deyðsføllunum og fíggjarliga tapinum í heiminum, sum tey eru atvoldin til.

Republikanski sakførarin, Eric Schmitt, sum handaði rættinum stevningina, sigur, at Kina leyg um vandarnar við virusinum, og gjørdi ikki nóg mikið fyri at forða smittuni at breiða seg.

Tað er ógreitt, um stevningin hevur nakra ávirkan, tí amerikonsk lóg bannar, við fáum undantøkum, stevning móti øðrum londum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162
Fríggjadag 2. oktober
Veðrið
214189
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115
Hósdag 1. oktober
Virðislønir M. A. Jacobsens 2026
214129