Frakt&Sand flytur til Søldarfjarðar

27.04.2020 - 10:50
InnlendisVinna
Frakt&Sand flytur til Søldarfjarðar
Meginparturin av virkseminum er uttan fyri Føroyar. Felagið umsetti fyri 150 milliónir kr. í fjør
Eitt av skipunum hjá Frakt&Sandi
Mynd: Sand&Frakt  

Ein býarmynd hvørvur úr Runavík, nú felagið Frakt&Sand flytur virksemið til Søldarfjarðar.

Síðani 1966 hevur felagið ligið á havnarlagnum við Rókina, har tunnilsmunnin til Eysturoyartunnilin er.

Men støðugi vøksturin í virkseminum og tunnilsivirksemið í økinum hava við sær, at tað er neyðugt at flyta virksemið.

Meginparturin av virkseminum hjá Frakt&Sandi er uttanlands. Umsetningurin í fjør var 150 milliónir kr.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV