- Tíðindi, mentan og ítróttur
Andstøðan saknar greiðan boðskap og kunning
28.04.2020 - 17:35
Innlendis›Politikkur
Andstøðan saknar greiðan boðskap og kunning
Teir tríggir andstøðuflokkarnir bjóða sær at vera við til at lata Føroyar upp aftur, men afturfyri vilja tey hava greiðar avtalur og greiða kunning

Nú Føroyar spakuliga lata uppaftur hava Ruth Vang, Høgni Hoydal og Aksel V. Johannesen hug at lata seg í aftur andstøðuhamin og tala at. Tey tykjast hava mist tolið við samgonguni, sum eftir teirra tykki í ein ávísan mun hevur mist tamarhaldið og hevur ilt við at koma við greiðum boðum. Samstudis ynskja tey sær ein størri leiklut í arbeiðinum at seta gongd á aftur.
Hvør var leikluturin hjá andstøðuni, tá Føroyar fóru niður í ferð, hvussu ávirkaðu tey hjálparpakkarnir og hvat skal víðari henda?
Andstøðuleiðararnir, sum higartil hava verið passivt stuðlandi, taka blaðið frá munninum í eini longri samrøðu í Breddanum í dag.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV













