Novo Nordisk letur 382 mió. kr. til Grønlands

Novo Nordisk letur 382 mió. kr. til Grønlands
Nýggjur Steno Diabetes miðdepil skal verða liðugur í 2024
Novo Nordisk letur stuðul til diabetes-miðdepil í Grønlandi
 
01.05.2020 - 09:05

Novo Nordisk grunnurin hevur gjørt av at lata Grønlandi 382 milliónir krónur næstu 10 árini til stríðið móti diabetes og øðrum vælferðarsjúkum í Grønlandi. Tað boða grunnurin og grønlendska landsstýrið frá í felagstíðindaskrivi.

Tað skrivar grønlendska blaðið, Sermitsiaq. 

Longi hevur verið ætlað, at Grønland eisini skal hava ein Steno Diabetes miðdepil, og við stuðlinum úr Novo Nordisk grunninum er tað veruleiki. 

Trýst á heilsuverkið

Í dag eru um 6.500 fólk, sum hava fingið staðfest diabetes, KOL ella ov høgt blóðtrýst í Grønlandi. Hetta talið fer at hækka upp í 9.300 sjúklingar næstu 10 árini. 

Tað fer at leggja stórt trýst á grønlendska heilsuverkið, um onki verður gjørt, skrivar Sermitsiaq. 

Játtanin til Steno Diabetes miðdepilin í Grønlandi kemur eftir, at Novo Nordisk grunnurin síðani 2016 hevur játtað tilsamans 7,4 milliardir krónur til Steno miðdeplar í øllum fimm regiónunum í Danmark.

Nýggi miðdepilin verður eftir ætlan liðugur í 2024. Til ta tíð verða ymisk høli leigað í Nuuk. 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 3. februar
Breddin: Føroyar og ES-limaskapur
203649
Týsdag 3. februar
Morgunlestur týsdagur 3.februar 2026
203552
Mánadag 2. februar
EM-tíðindi 2. februar 2026
203589
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 3. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
203632
Mánadag 2. februar
Veðrið
203609
Mánadag 2. februar
Palli Halaleysi - teknmálstulkað
203608
Mánadag 2. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
203606
Sunnudag 1. februar
Møti umborð á Ango
203563