US góðkent umhvørvisárinsmeting

US góðkent umhvørvisárinsmeting
Umhvørvisárinsmetingin hjá SEV um vindmyllurnar á Eiði er góðkend
SEV ætlar at seta upp seks vindmyllur í haganum Suðurhelvt, millum Eiðisvatn og Gjáarvegin. 
Mynd: Tilvildarlig mynd  
 
05.05.2020 - 08:15

Umhvørvisstovan hevur góðkent umhvørvisárinsmetingina, sum SEV hevur gjørt um vindmyllurnar á Eiði.

SEV ætlar at seta upp seks vindmyllur í haganum Suðurhelvt, millum Eiðisvatn og Gjáarvegin. 

Byggilendið er 15.500 fermetrar.

Búfuglurin kann ávirkast

Mett verður ikki, at vindmyllurnar verða til ampa, tá talan er um óljóð, skuggakast ella endurskin. 

Men tær kunnu fáa neiligt árin á búfuglin.

Umhvørvisstovan hevur sett SEV treytir, sum skulu tryggja, at árinið á náttúru og umhvørvi verður minst møguligt, og at fylgt verður við gongdini hjá fugli í økinum.

Avgerðin um góðkenningina kann kærast til landsstýrismannin í umhvørvismálum í seinasta lagi 1. juni.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 7. november
PLÁTUPANELIÐ #43 (1976)
216068
Leygardag 7. november
Jambalaja - 071126
216065
Leygardag 7. november
Upp á tá - 061126
216062
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 7. november
Talvið um Tinganes (1:2) - teknmálstulkað
216066
Leygardag 7. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216058
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011