Løgmaður útilokar ikki kravt sóttarhald

Løgmaður útilokar ikki kravt sóttarhald
Bárður á Steig Nielsen hevur svarað fyrispurningi frá Sirið Stenberg, løgtingskvinnu
 
05.05.2020 - 08:53

Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, útilokar ikki, at sóttarhald verður kravt við lóg.

Um tað gerst neyðugt, er landsstýrið til reiðar at útvega sær heimild at seta reglur um tvungið sóttarhald í verk, sigur løgmaður í svari til Sirið Stenberg, løgtingskvinnu.

Landsstýrið mælir til, at øll, sum koma til Føroya, fara í sóttarhald í 14 dagar.

Bárður á Steig Nielsen sigur, at landsstýrið vil kanna fólk fyri koronu, tá tey koma til Føroya. 

Men, leggur hann afturat, heilsumyndugleikarnir siga, at hetta er ikki ráðiligt, tí ein slík kanning kann geva falskan tryggleika.

Tí er úrslitið negativt, tá fólk koma til Føroya, kann ikki útihýsast, at fólk eru smittað kortini.
 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 13. oktober
Breddin: Dýrir bensin- og oljudropar
214693
Týsdag 13. oktober
Hvussu kemur málið undan?
214689
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576