Allir róðrarnir vera sum ætlað

09.05.2020 - 16:27
ÍtrótturKappróður
Allir róðrarnir vera sum ætlað
Róðrarsamband Føroya hevur saman við feløgunum tikið avgerð um, at allir róðrarnir í ár vera sum ætlað. Tó uttan áskoðarar

Róðrarnir vera á stevnunum, sum teir upprunaliga skuldu vera. Men hetta verður ikki gjørt uttan broytingar.

- Talan er um eina semju, sum Róðrarsambandið og umboð fyri øll feløgini, sum møttu á fundinum, at hetta er mátin, vit kunnu gera tað uppá. Men broytast tilmælini, so laga vit okkum eftir tí, sigur Annika Dalsgarð, forkvinna í Róðrarsambandi Føroya.

Eingir áskoðarar sleppa til róðrarnar, so leingi tilmælini siga tað.

Somuleiðis sleppur bara ein riðil á økið í senn, og tí kemur tað at taka longri tíð at avgreiða róðrarnar.

Ymiskt er, hvussu støðini eru kring landið, og tí koma broytingar at vera frá stevnu til stevnu.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444