Framsíggin sangur á nýggjari útgávu

11.05.2020 - 12:12
ListTónleikur
Framsíggin sangur á nýggjari útgávu
Á nýggjari plátu hevur Son of Fortune arbeitt saman við Grammy-virðisløntum fólki. Ein av sangunum er næstan profetiskur

Fríggjadagin 8. mai, Dýra biðidag, gav Son of Fortune, bólkurin hjá Benjamin Petersen, út plátuna Voodoo Pop. 

Benjamin hevur verið í Nashville og arbeitt saman við eitt nú Grammy-virðislønta Vance Powell, sum áður hevur framleitt tónleik hjá eitt nú Jack White og Arctic Monkeys.

Úrslitið er ein pláta við tilsamans sjey løgum. Eitt av hesum løgum, Spiritual Illiterate, sum Benjamin skrivaði saman við Dánjali á Neystabø fyri nøkrum árum síðani, hevur víst seg at vera næstan profetiskt. Ein regla í sanginum er "An airborn disease can erase your entire kin. But the big wheel keeps on spinning".

Benjamin Petersen býr í løtuni í Danmark, hann gongur á musikkonservatoriunum í Aarhus og hevur júst latið inn bachelorspesialið.

Hoyr samrøðu við Benjamin, sum var send í Góðan morgun Føroyar, í morgun, við at trýsta á pílin undir myndini.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 2. mai
Morgunlestur hósdagur 2. mai 2024
174292
Mikudag 1. mai
Skratsj 1. mai 2024
174472
Mikudag 1. mai
Flaggdagshald 2024
174454
Mikudag 1. mai
Morgunlestur mikudagur 1. mai 2024
174291
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444
Týsdag 30. apríl
Mett fyri minni (1:3) - teknmálstulkað
174432
Týsdag 30. apríl
70 metra dýpi - teknmálstulkað
174431
Týsdag 30. apríl
Veðrið
174418