KAF og Starvsmannafelagið útseta samráðingar

KAF og Starvsmannafelagið útseta samráðingar
Bíðað verður við samráðingunum, til Starvsmannafelagið hevur svarað, um tað er sinnað at strika lønarhækkingina í heyst
Anita Fuglø er leiðari í Kommunala arbeiðsgevarafelagnum
 
11.05.2020 - 14:53

Samráðingarnar millum Starvsmannafelagið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið um nýggjan sáttmála, ið skuldu byrja seinnapartin í dag, eru útsettar. 

Ætlanin var at fara undir á samráðingarnar í dag, men tær eru útsettar, til Starvsmannalfelagið hevur svarað fyrispurninginum hjá Fíggjarmálaráðnum, um felagið er sinnað at strika lønarhækkingina, sum kemur í gildi 1. oktober. 

Eingin meining

Anita Fuglø, leiðari í Kommunala arbeiðsgevarafelagnum, sigur við Kringvarpið, at tað gevur ikki meining at samráðast um ein nýggjan sáttmála við Starvsmannafelagið, nú tað er óvist, um sáttmálin við Lønardeildina verður broyttur. Tí verða ongar samráðingar við Starvsmannafelagið, fyrr enn felagið hevur svarað fyrispurninginum frá Fíggjarmálaráðnum. 

Strika seinnu lønarhækkingina

Tað var Dýra biðidag, at tíðindini bórust, at Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, hevur spurt Starvsmannafelagið, um felagið er sinnað at strika lønarhækkingina, eftir at búskaparstøðan er versnað í sambandi við korona. 

Landsstýrismaðurin hevur eisini heitt á hini 15 fakfeløgini á almenna arbeiðsmarknaðinum, ið skulu samráðast um nýggjan sáttmála, um at vísa hógv í sínum krøvum, nú búskaparligu metingarnar eru versnaðar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 9. juli
RagnarRokk 9.juli 2026
209721
Hósdag 9. juli
RagnarRokk: Mickey Dee um Lex Legion
209720
Hósdag 9. juli
Summarbeiti 9. juli 2026
210735
Hósdag 9. juli
HM-tíðindi 9. juli 2026
210721
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. juli
Veðrið
210618
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf kvinnur
210528
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 10mf
210525
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf gentur 17-18
210523