Tryggingarfeløg fáa longda freist

bannari
Tryggingarfeløg fáa longda freist
Freistin at lata Tryggingareftirlitinum ársfrásøgn er longd til 31. juli
LÍV fær eisini longda freist at lata sína ársfrágreiðing
 
12.05.2020 - 13:50

Landsstýrismaðurin í umhvørvis- og vinnumálum hevur sett í gildi kunngerð um at víkja frá skyldum hjá fyritøkum á økinum hjá Tryggingareftirlitinum, í sambandi við COVID-19.

Nýggja kunngerðin loyvir tryggingarfeløgum, tvørgangandi eftirlønargrunnum og P/F LÍV, lívs- og pensiónstryggingarfelag, at lata inn ársfrásøgn fyri 2019 í seinasta lagi 31. juli í ár. Sambært lógini skal ársfrásøgnin annars latast inn í seinasta lagi fýra mánaðir eftir, at roknskaparárið er endað.

Tó skal tann av nevndini góðkenda ársfrásøgnin verða latin Tryggingareftirlitinum í seinasta lagi 30. apríl í ár.

Men í nýggju kunngerðini verður eisini staðfest, at fyritøkur skulu senda Tryggingareftirlitinum ársfrásøgnina uttan ógrundaðan steðg eftir góðkenning á aðalfundinum.

Kunngerðin er komin í gildi, og fer úr gildi aftur 1. januar 2021.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846