Starvsmannafelagið vísir áheitanini aftur

Starvsmannafelagið vísir áheitanini aftur
Fólkið hevur bjálvað búskapin til verri tíðir, og tað eiga vit at kenna fløvan av nú, sigur felagið
Súni Selfoss er formaður í Starvsmannafelagnum
 
12.05.2020 - 16:18

Starvsmannafelagið fer undir ongum umstøðum at eftirlíka áheitanini frá landsstýrinum um at ógilda galdandi sáttmála, og harvið at fara niður í løn.

Tað boðar Starvsmannafelagið frá á heimasíðu síni fyri løtu síðani. 

Felagið viðurkennir, at koronafarsóttin hevur við sær búskaparligar avleiðingar, serliga innan tænastu- og ferðavinnuna.

Men samstundis hevur búskaparfrøðin greitt víst á, at føroyski búskapurin er væl fyri, tí fólkið í Føroyum hevur bjálvað búskapin til verri tíðir. Tað eigur fólkið at kenna fløvan av nú, sigur felagið.

Starvsmannafelagið mælir tí staðiliga frá at senda rokningina niður til vanliga løntakaran

Súni Selfoss, formaður í starvsmannafelagnum, verður í útvarpstovuni í tíðindunum kl 17.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 28. oktober
Mono - 4. sending. 281026
215537
Mikudag 28. oktober
Aftaná - Partur 3: Kroppurin
215433
Mikudag 28. oktober
Eitt korter við klassiskum
215520
Týsdag 27. oktober
Norðurlandaráðsfundur og val í Ísrael
215449
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215542