Nevndin skal taka støðu til uppsagnarløn

bannari
Nevndin skal taka støðu til uppsagnarløn
Nevndin í Atlantsflogi skal taka støðu til, um ALS skal rinda uppsagnarlønina, ella flogfelagið skal bera allan kostnaðin
 
13.05.2020 - 12:58

Atlantsflog boðaði í gjár frá, at 90 fólk í felagnum verða søgd úr starvi.

Frammanundan er 180 av teimum 240 starvsfólkunum hjá felagnum í serskipanini hjá ALS.

Tað setir tí spurningin, um hesi fólkini fáa uppsagnarløn úr serkipanini hjá ALS, ella um Atlandsflog skal bera fulla kostnaðin av uppsagnarlønunum.

- Hetta er ein spurningur til nevndina, sigur Jóhanna á Bergi, stjóri hjá Atlantsflogi.

Sum er, kann serskipanin hjá ALS bera part av uppsagnarlønini.

Mistak

Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður í vinnumálum, hevur áður viðgingið, at tað var eitt mistak, at ALS eisini rindar uppsagnarlønina hjá fólki í uppsagnartíðini, og sostatt ger tað bíligari hjá fyritøkum at siga fólk úr starvi.

Landsstýrið sigur, at hetta verður tó ikki broytt.

Jóhanna á Bergi sigur, at møguleikin er at brúka skipanina, men hetta er ein prinsipiellur spurningur, og tað fer nevndin hjá Atlandsflogi at viðgerða síðst í hesum mánaðinum. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Fríggjadag 16. oktober
LEITISSTEIN 16.10.2026 (Telemama)
214923
Fríggjadag 16. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Flákra
214897
Fríggjadag 16. oktober
RagnarRokk: Robert Richter um Cold Velvet
214017
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Mikudag 14. oktober
Svart gull (1:2)
50120
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938