Løgmaður: Nú eru bara tríggjar avmarkingar eftir

bannari
Løgmaður: Nú eru bara tríggjar avmarkingar eftir
Frástøðan verður stytt, øll fara aftur í skúla, og áskoðarar kunnu eisini vera til ítróttatiltøk
Løgmaður og landslæknin á tíðindafundinum fyrrapartin
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
14.05.2020 - 10:33

Nú letur føroyska samfelagið meira upp, og vit flyta okkum enn nærri einum nøkulunda vanligum gerandisdegi í Føroyum.

Í grundini eru bara tríggjar ítøkiligar avmarkingar eftir, segði Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, á tíðindafundi í Kringvarpinum fyrrapartin.

Mælt verður til, at eingin festivalur ella stór tiltøk vera í mai og juni. Mælt verður framvegis til, at skeinkistøð lata aftur klokkan 22, og fólk, sum ferðast til Føroya, skulu framvegis í sóttarhald í 14 dagar.

Eingin smitta í eina viku

- Vit kunnu siga við rímiliga stórari vissu, at eingin smitta hevur verið í Føroyum í skjótt eina viku. Fyri at siga tað bart út, so roknaðu vit ikki við, at tað bar til at steðga smittuni so skjótt. Støðan úti í heimi vísir eisini, hvussu trupult tað er. Men tað bar til. Og tað er fyrst og fremst tykkum øllum fyri at takka, sigur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður.

Bárður á Steig Nielsen segði, at tilmælið um frástøðu verður stytt úr tveimum metrum niður í ein metur, sum eisini er tilmælið hjá heimsheilsustovninum WHO. Men í teimum førum, har serlig fyrilit mugu takast, verður framvegis mælt til at halda frástøðu upp á tveir metrar. Tað er til dømis, har sangur og róp eru.

Øll aftur í skúla

Nú kunnu øll eisini fara í skúla.  Í mesta lagi 100 fólk kunnu savnast, og áskoðarar kunnu eisini verða til kappróður, fótbóltsdystir og onnur ítróttatiltøk, men tað skal vera undir skipaðum viðurskiftum.

- Í veruleikanum er tað í sera fáum londum, at tú kann liva so frítt og ótarnað sum í Føroyum, segði løgmaður.

- Men vit vita, at lítið og einki skal til, áðrenn smittan kemur aftur til Føroya og tekur dik á seg. Ansa vit ikki eftir, kann ein óansin, smittaður persónur sum einki byrja eina nýggja smittukeldu, sum verður trupul at stýra. Tí mugu vit halda fjarstøðu og hava gott reinføri, samstundis sum vit ikki savnast í stórum og ókontrolleraðum bólkum, sigur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 12. november
Hús
216070
Mikudag 11. november
Dansival 11 nov 2026
216272
Mikudag 11. november
Vágskálin: Millum veruleika og óveruleika
215895
Mikudag 11. november
Skratsj 11. novembur 2026
216266
Mikudag 11. november
Mono - 90'ini undir lupp (2:4)
216264
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Týsdag 10. november
Veðrið
216210
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096