Breddin

Breddin: Leigubústaðir og skattafyrimunir
20-11-2026
Tað ber til at skifta millum langtíðarleigu og stutttíðarleigu og framvegis varðveita skattafrádráttin

Skattafrádrátturin upp á 100.000 krónur til teirra, sum leiga út til langtíðarleigu, í staðin fyri at leiga út til Airbnb, røkkur ikki sínum endamáli.

Til ber nevniliga at skifta millum langtíðarleigu og stutttíðarleigu og framvegis varðveita skattafrádráttin.

Eitt 'hol í lógini' ger, at leigar tú út til fastbúgvandi í minsta lagi tríggjar mánaðir um árið, so hevur tú lokið treytirnar til langtíðarleigu, og so ber til dømis til aðrar mánaðir í árinum at leiga út til ferðafólk og áseta nógv hægri leigu, og eisini fáa nógvar pengar inn tann vegin.

Við øðrum orðum: spekulantar kunnu skora kassan, og tað er framvegis trupult hjá fleiri føroyingum at leiga eina íbúð allar 12 mánaðirnar í árinum.

Gestir: Ruth Vang, løgtingskvinna, Poula á Líðarenda, deildarstjóri á Taks, Margit Stórá, landsstýriskvinna í bústaðamálum, Grímur Sundstein, løgtingsmaður, og Bjørg Brynhildardóttir Egholm, løgtingskvinna.

Vertur: Frants Jensen

Breddin

Sending um aktuel evni, sum verður send týsdag, hósdag og fríggjadag klokkan 10.00.

Tað ber til at skifta millum langtíðarleigu og stutttíðarleigu og framvegis varðveita skattafrádráttin
20-11-2026
Í sendingini spyrja vit m.a. Aksel V. Johannesen, sum nú er landsstýrismur í fíggjarmálum, hví hann er snaraður 180 stig í síni áskoðan um skatt
19-11-2026
337 føroysk heilsustarvsfólk eru í yvirliti hjá heilivágsrisanum, sum eru flokkað eftir, hvussu jaligan hugburð tey hava til júst heilivágin hjá fyritøkuni
17-11-2026
Broytingar í miðlastuðlinum og ávirkanin hjá vitlíki á bókmentirnar eru evnini í Breddanum.
13-11-2026
Nýggja talgilda skipanin Kervi+ verður so líðandi tikin í nýtslu í føroysku skúlunum. Men ikki øll eru fegin um skipanina, sum hevur elvt til ónøgd og kjak á sosialu miðlunum
12-11-2026
Kann ein fyritøka gerast ov stór til, at myndugleikarnir tora at ganga ímóti henni?
10-11-2026
Vit tosa við umboð fyri vinnu og myndugleikar, og í suðurkoreanska høvuðsstaðnum Seoul hava vit hitt ein fiskakeypara, sum hevur vitjað í Føroyum
06-11-2026
Beinir Johannesen, løgmaður, og Eyðdis Hartmann Niclasen, landsstýriskvinna í heilsumálum svara spurningum. Vit varpa eisini ljós á miðskeiðisvalið í USA
05-11-2026
- Hvat gera teir báðir politisku flokkarnir í USA at fyrireika seg til næsta forsetaval, nú miðskeiðisvalið hevur verið?
05-11-2026
Skiftir kongressin lit, og verður blá, verður tað ikki so lætt hjá Donaldi Trump, forseta, at fremja sín politikk í verki
03-11-2026
Tvey evni eru í sendingini í dag
30-10-2026
Vit tosa við kvinnu, sum hevur verið rúsfrí í 14 ár. Vit tosa eisini við landsstýrismannin í uttanríkis- og fiskivinnumálum um telefonsamrøðuna millum Støre, Stubb og Putin.
29-10-2026