Ísland fær varskógvaralóg

Ísland fær varskógvaralóg
Lógin kemur í gildi um ársskiftið
Altingið í Reykjavík
 
15.05.2020 - 10:04

Íslendska altingið hevur samtykt eina lóg, sum skal verja varskógvarar. 

Lógin skal verja starvsfólk í almenna og privata geiranum, sum í góðari trúgv geva kunning og upplýsingar um, hvussu arbeiðsgevarin handfer lógina ella aðrar ásetingar.

Lóggávan kemur í gildi eftir ársskiftið.

Ikki brot á tagnarskyldu

Sambært lógini verður tað at geva myndugleikum trúnaðarupplýsingar ikki brot á tagnarskyldu og trygd.

Starvsfólkið, sum varskógvar, kann, sambært nýggju lógini, eitt nú ikki revsast fyri tað, og endurgjald kann heldur ikki krevjast frá viðkomandi.

Lóggávan ger tó mun á varskógving í einum felagsskapi og alment, og staðfestir, at almenn varskógving ikki er loyvd uttan so, at starvsfólkið fyrst hevur reist spurningin í fyritøkuni.

Tó er henda avmarkingin ikki galdandi, um málið snýr seg um ágang, sum kann enda við fongsulsrevsing, ella hava stóran almennan áhuga.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 5. november
RagnarRokk 5.november 2026
215048
Hósdag 5. november
Nýtt ljóð
215977
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891