Heilaskjálvti: Leikarin eigur ikki avgerðina

17.05.2020 - 15:24
Ítróttur›Fótbóltur
Heilaskjálvti: Leikarin eigur ikki avgerðina
Tá ein spælari fær snudd í høvdið, er hann ikki førur fyri at gera av, um hann skal halda fram at spæla. Avgerðin er heilsufaklig, sigur lækni

Liggur ein leikari á vøllinum og hevur brúk fyri viðgerð, er tað heilsumyndugleikin hjá liðnum sum eigur heilsufakligu avgerðina um útskifting. 


Elmar Ósá, læknasamskipari hjá Fótbóltsambandi Føroya og lækni hjá A-landsliðnum sigur, at tað vil undir ongum umstøðum vera leikarin, venjarin ella dómarin sum skal gera av, um ein skaddur leikari skal halda fram at spæla. 

 

UEFA og FIFA hava hert mannagongdina, tá ein leikari fær ein snudd í høvdið. Mannagongdin er púra greið, sigur Elmar Ósá. 

 

Elmar Ósá var ikki staddur til umtalaðu dystirnar, og kann tí ikki siga nakað um ítøkiligu støðurnar.

Hann greiðir frá mannagongdini, sum skal brúkast fyri at meta um heilsustøðuna. 

 

Hoyr samrøðuna sum varð send í sendingini, Bólturin. 

 

 

TB málverjin minnist ikki dystin

Venjarin hjá TB,  Michael Winter, sigur við facebook síðuna hjá TB, at Frederik Mehder er innlagdur og minnist ikki dystin í gjár. 

Tað var í gjár, at málverjin hjá TB, Frederik Mehder í yvirtíðini fekk ein snudd í høvdið. Hann lá í nakrar minuttir og fekk fekk viðgerð. Alt bendi á, at hann skuldi skiftast út. 

Bráddliga reisti hann seg upp aftur á beinini og dysturin helt fram við honum á vøllinum. 

 

Tá dysturin varð bríkslaður av kom ræðsla í fjøldina. Frederik Mehder lá aftur á vøllinum og støðan sá hættislig út. Fólk runnu fyri at koma honum til hjálpar og  sjúkrabilur var skjótur á staðið. 

 

Annar heilaskjálvtin í kappingini


Farna vikuskiftið var tað KÍ leikarin, Jesper Brinck sum fekk ein snudd í høvdið, tá hann brast saman við málverjanum, Kristian Joensen.

Hann spældi víðari tað sum restaði í av dystinum.

Aftaná dystin vísti tað seg at Jesper Brinck hevði ein heilaskjálvta. 

Hann er framvegis sjúkrameldaður.  


 

 

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 21. oktober
Skratsj 21. oktobur 2026
215146
Mikudag 21. oktober
Skipsboð
215127
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025