Heildarætlan fyri Stórutjørn kunngerast

Heildarætlan fyri Stórutjørn kunngerast
Seinnapartin í dag verður avdúkað, hvussu nýggi býarparturin í Havn, Stóratjørn, verður skipaður
Ætlanin er at hava bústaðir, stórhøll og lætta vinnu við Stórutjørn
Mynd: Loftmynd: Google Earth  
 
19.05.2020 - 08:42

Fýra undangóðkend toymi hava gjørt uppskot um heildarætlan fyri Stórutjørn. Í tí eina toyminum eru Fuglark, Biosis, Urban Creators og HMP Consult.

Í einum øðrum eru Henning Larsen North Atlantic, PB Consult og Rambøll, í einum toymi eru MAP, Spenn, PB Consult og síðani eru SNA, Holscher Nordberg, LBF og SMJ saman í einum toymi.

 >> SÍ EISINI Stóratjørn bíðar

Í dag klokkan 16:00 verður avdúkað, hvat toymi vann kappingina um at gera heildarætlan fyri Stórutjørn.

Økið er 800.000 fermetrar, og tað er millum Klingruna fyri sunnan, vinnuøkið á Hjalla fyri norðan, býlingin Inni á Gøtu fyri eystan og haga fyri vestan.

Ætlanin er at byggja bústaðir, miðstøð, handlar, stovnar, heilsubótarhøli og stórhøll við Stórutjørn, sum er í Hoyvíkshaganum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 8. oktober
Nýtt ljóð
214501
Hósdag 8. oktober
Breddin: Fíggjarlóg undir trýsti
214480
Mikudag 7. oktober
Skratsj 7. oktobur 2026
214456
Mikudag 7. oktober
Vágskálin: Heðin er ein stuttlig planta
213904
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392