Fimm milliónir hava COVID-19

bannari
Fimm milliónir hava COVID-19
Flestu smittaðu eru í USA, 1,6 milliónir fólk
 
20.05.2020 - 15:17

Fimm milliónir fólk kring heimin eru nú smittað við koronu, skrivar NTB.

Higartil eru meir enn 325.000 fólk deyð av sjúkuni, samstundis sum næstan tvær milliónir fólk eru frísk aftur.

Tað er Worldmeter, sum hevur gjørt uppgerðina, ið byggir á hagtøl frá heimsins londum.

Kanningin vísir, at flest eru smittað í USA, tilsamans 1,6 milliónir fólk, síðani kemur Russland við 308.000 smittaðum, Spania við 280.000 smittaðum, Brasil við 272.000 smittaðum, og síðani Bretland við 249.000 smittaðum.

Flest eru eisini deyð í USA, tilsamans 94.000, í Bretlandi eru 35.000 deyð, í Italia 32.000, í Fraklandi 28.000 og í Spania næstan 28.000 fólk.

Hóast næstflest smittað eru í Russlandi, so eru bara sløk 3.000 fólk deyð, vísir uppgerðin sambært NTB.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 26. mai
Morgunlestur týsdagur 26.mai 2026
208229
Mánadag 25. mai
Eitt undur at vit kláraðu tað
208777
Mánadag 25. mai
Uttanduraguðstænasta av ovara vølli.
208771
Mánadag 25. mai
Morgunlestur mánadagur 25.mai 2026
208228
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 26. mai
Veðrið
208816
Mánadag 25. mai
Andaktin 2. Hvítusunnudag
208776
Mánadag 25. mai
Uttanduraguðstænasta í Gundadali
208770