Strandfaraskipini taka fleiri ferðafólk

bannari
Strandfaraskipini taka fleiri ferðafólk
Salongir og øll dekk verða latin uppaftur
Nú kunnu fleiri ferðafólk sigla við strandfaraskipunum
 
25.05.2020 - 12:48

Í morgin hækkar mest loyvda ferðafólkatalið við skipunum hjá Strandferðsluni. Tað boðar stovnurin frá í dag. 

Smyril kann sigla við 500 ferðafólkum, Teisin við 150, Sam við 60, Ternan við 90, Ritan við 70, og Sildberin kann sigla við við 30 ferðafólkum. 

Harumframt verða allar salongir og øll dekk latin uppaftur.

Heitt verður kortini á ferðafólk um at halda frástøðu uppá í minsta lagi ein metur, og at hava gott reinføri.

Síðan á grækarismessu hevur virksemið hjá Strandferðsluni verið skert fyri at avmarka Covid-19 smittuna.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 1. november
Bolero - satsir nr 2 úr symfonium.
215719
Sunnudag 1. november
Guðstænasta í Nólsoyar kirkju
215718
Sunnudag 1. november
Filosofiskur 6.partur
215646
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717
Sunnudag 1. november
Guðstænasta úr Nólsoyar kirkju
215723
Leygardag 31. oktober
Landsinnsavning hjá Reyða Krossi 2026
215711
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688