Fær fýra milliónir í endurgjaldi

Fær fýra milliónir í endurgjaldi
Umframt endurgjaldið frá tryggingini, er uppskot um semju gjørt við byggifelagið Articon at umvæla takið fyri góðar 600.000 krónur
Ábøtur skulu gerast á skúlan á Argjahamri
 
28.05.2020 - 09:44

Betri trygging hevur játtað at lata 3,8 milliónir krónur í endurgjaldi fyri vindeygu og klædning í skúlanum á Argjahamri.

Tá fimm ára eftirlitið var í skúlanum á Argjaharmi, varð staðfest, at trupulleikar vóru við tekjuni, vindeygunum og pørtum av klædninginum.

Umframt endurgjaldið frá tryggingini, er uppskot um semju gjørt við byggifelagið Articon um at umvæla takið fyri góðar 600.000 krónur.

Tórshavnar kommuna rindar sambært uppskotinum tveir triðingar og Articon ein triðing.

Mett verður eisini, at tað fer at kosta ein fjórðing meira at umvæla klædningin enn tær sløku 2,5 milliónirnar, sum tryggingin rindar.

Articon bygdi skúlan á Argjahamri.

Á býráðsfundinum í kvøld er umvælingin á Argjahamri á skránni.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215335
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Leygardag 24. oktober
LEITISSTEIN 23.10.26
215313
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329