Korona hjálpir handilsvinnuni

bannari
Korona hjálpir handilsvinnuni
Sølan er nógv vaksin, tí føroyingar eru heima
Sølan í matvøruhandlum er eisini vaksin seinastu tíðina
 
28.05.2020 - 14:29

Handilsvinnan merkir væl, at føroyingar eru heima, tí handlarnir selja sum heild nógv í hesum døgum.  

Vinnuhúsið sigur í tíðindaskrivi, at tað merkist, at mong hava avlýst uttanlandsferðina, og heldur brúka pengarnar til møblar, máling, mótaklæði og mat. 

Nógvir handlar selja munandi meira nú, enn um somu tíð í fjør, sigur Vinnuhúsið. 

Skifta møblar

Millum annað í Vøruhúsinum á Hjalla merkja tey, at føroyingar eru heima og seta í stand ella skifta møblar.

- Kundarnir siga ofta, at teir fara ikki at ferðast í ár, so nú skal frítíðarlønin brúkast til hetta, sigur Peter Mouritsen, stjóri í Vøruhúsinum. 

Men føroyingar gera annað enn at umvæla húsini. Í mótahandlinum, Hvíthús, í Klaksvík sigur Mona Rasmussen, eigari, at fyrsta tíðin eftir koronu var tung, men at tey seinastu vikurnar hava merkt stóra framgongd í søluni. 

Selja fleiri matvørur

Og tað merkist eisini hjá matvøruhandlunum, at føroyingar keypa meira og eta meira við hús. 

Bassi Haraldsen eigur saman við øðrum Á-handlarnar í Fuglafirði, Glyvrum, Vestmanna, við Sundsvegin og Landavegin í Havn, umframt ein Samkeyp-handil á Toftum. Hann er stjóri í øllum seks handlunum.

- Vit merkja rættiliga væl, at fólk keypa meira. Fólk eta meira við hús, og næstan ongin fer av landinum, sigur Bassi Haraldsen.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 20. juni
Radio Stjernekilde - Partur 5
209131
Leygardag 20. juni
Morgunlestur leygardagur 20.juni 2026
209568
Fríggjadag 19. juni
Vikuskiftið 19 juni 2026
209945
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. juni
Veðrið
209937
Fríggjadag 19. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209901
Hósdag 18. juni
Veðrið
209894
Týsdag 16. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209810
Týsdag 16. juni
Veðrið
209804