Eru farnir at royna semju

Eru farnir at royna semju
Arbeiðsgevararnir og arbeiðarafeløgini boðsendu semingsstovninum 26. mai
Semingsmennini fóru fyrrapartin undir semingsroynd millum arbeiðsgevararnar og arbeiðarafeløgini
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
02.06.2020 - 12:05

Klokkan tíggju byrjaði fundur millum Semingsstovnin, tey fimm arbeiðarafeløgini og Arbeiðsgevarafelagið. 

Seinnapartin 26.mai slitnaðu samráðingarnar millum arbeiðarafeløgini og Føroya arbeiðsgevarafelag. 

Boð vórðu send eftir Semingsstovninum.

Semingsstovnurin og partarnir samdust um at leingja sáttmálarnar til hósdagin 4.juni á midnátt.

Sáttmálarnir vóru galdandi til 1.mai.

Spurningurin er hesaferð eisini, hvussu korona ávirkar lønarlagið í landinum.

Nevndirnar í arbeiðarafeløgunum og arbeiðsgevarafelagnum á semingsfundi á Hotel Føroyum fyrrapartin​​​​​​
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334